Í dag var fyrsti landskappingardystur spældur í Marghøllini í Vági, tá ið U13 liðini hjá FC Suðuroy og Víkingi hittust.
Ætlanin var at hetta skuldi verða dystar vikuskifti har KÍ, AB, Víkingur og FC Suðuroy skuldu hittast, men tað vóru bert Víkingar, ið møttu til dyst.
Fyrsti dysturin í Marghøllini endaði 5-1 til FC Suðuroy, har Rói Johannessen hjá FC Suðuroy gjørdi fyrsta málið, ið varð skorað í Marghøllini í landskappingardysti.
Eftir dystin valdu venjararnir hjá báðum feløgunum at spæla fleiri innanhýsis dystir og við nógvum broytingum, men soleiðis at leikararnir fingu so nógvar minuttir á vøllinum sum gjørligt.
Nú er landskappingin so av álvara farin í gongd, og FC Suðuroy kom gott frá byrjan, tá ið teir nú vunnu á Víkingini.
Fleiri myndir eru á heimasíðuni hjá FC Suðuroy her.
Facebook viðmerkingar