Krabbameinsfelagið skipar fyri rørslutiltakið í Suðuroy

Broyting í rørslutiltakinum hjá Krabbameinsfelagnum í Suðuroy. Framyvir kemur rørslutiltakið at vera í Marghøllini í Vági tórsdagar kl. 10.00 og ikki sum vant í Páls Høll. Byrjað verður tórsdagin 26.04.18 kl. 10.00


Tiltakið er fyri øll, sum hava ella hava havt krabbamein og teirra avvarðandi. Dentur verður lagdur á venjingar, sum geva styrki og konditión.

Krabbamein rakar ikki bert tann sjúka, men alla familjuna. Tí verður skipað soleiðis fyri, at familjan kann vera saman um at venja. Hetta verður ein løta, har til ber at hava tað stuttligt, mennandi og samstundis koma í betri venjing.

Vant verður í Marghøllini í Vági. Venjari er Sigurð Marner Simonsen, fysioterapeutur.

Tilboðið er ókeypis

Kundi tú hugsað tær at fingið meiri at vita um rørslutiltakið, ella hevur tú spurningar um tilboðini hjá Krabbameinsfelagnum, kanst tú seta teg í samband við okkum á telefon 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo.

Facebook viðmerkingar