Dansibandsfestivalurin byrjar á Hamragarði tórskvøldið

Fyrstu tiltøkini á Dansibandsfestivalinum byrja tórsdagin 3. mai – og í ár er fyrsta tiltakið á Hamragarði, har Syngið við kvøld verður kl. 19.00

Dansibandsfestivalurin hevur seinastu árini í samstarvi við Eldraátøkini hjá Vágs kommunu skipa fyri Syngið við kvøldi á Hamragarði.

Syngið við kvøld verður á Hamragarði tórskvøldið 3. mai kl. 19.00 við luttøku av Árna, Hentzar, og Terja við harmonikum og bassi.

Dansistovugaman kemur eisini at framføra og møguleiki er at luttaka í dansinum. Kaffi/te og okkurt gott afturvið verður eisini bjóðað.

Ókeypis tiltak ætlað aldursbólkinum 65+ og verður skipað í samstarvi við eldraátøkini hjá Vágs kommunu.

Øll eru hjartaliga vælkomin !

Facebook viðmerkingar