Samfelagsstevna í Vági á Hvítusunnu 2018

Komandi vikuskifti er Hvítusunna og fer samkoman í Bethel at bjóða øllum at vera hjartaliga vælkomin til samfelagsstevnu í Vági.

Samkoman Bethel skipar fyri samfelagsstevnu í Vági á Hvítusunnu.

Undir heitinum:
Tí eg skammist ikki við evangeliið; tað er jú kraft Guds, hvørjum tí til frelsu, sum trýr, … Róm.1:16

Byrjað verður í Bethel fríggjakvøldið 18. mai kl. 21 við bønarmøti.

Leygarkvøldið og Hvítusunnudag verða møtini í Ítróttarhøllini.

Tað verða bæði uppbyggingar – og evangelisk møtir. Barnamøti verður í VB húsinum Hvítusunnudag kl 16. Millum møtini Hvítusunnudag verður nátturði í Høllini. Sangluttøka: Betesdakórið, Svein í Prestgarið o.o.

Eisini verða ungdómsmøtir í Bethel leygarkvøldið og sunnukvøldið kl. 22.30

Møtini 2. hvítusunnudag verða í Bethel.

Skráin er hendan:
Fríggjakvøldið kl. 2100 Bønarmøti í Bethel

Leygardagin kl. 10.00 Uppbyggingarmøti í Bethel
kl. 20.00 Evangeliskt møti í Ítróttarhøllini

Hvítusunnudag kl. 10.00 Breyðbróting í Ítróttarhøllini
kl. 16.00 Uppbyggingarmøti í Ítróttarhøllini
kl. 16.00 Barnamøti í VB-Húsinum
Nátturði
kl. 19.00 Evangeliskt møti í Ítróttarhøllini

2.Hvítusunnudag kl. 15.00 Uppbyggingarmøti í Bethel
kl. 20.00 Evangeliskt møti í Bethel

Ungdómsmøtir verða í Bethel:
Leygarkvøldið og Hvítusunnudag kl. 22.30

Sangluttøka: Betesdakórið, Svein í Prestgarði o.o.

Øll eru hjartaliga vælkomin !

 

Samkoman í Bethel

Facebook viðmerkingar