Hans Jacob Hjelm syngur til heilsutiltakið í Suðuroynni

Stóra heilsutiltakið, BETRI heilsa verður í suðuri í Vági í morgin, fyrst fyri næmingum úr fólkaskúlunum í oynni, og seinni fyri almenninginum. 

Og tá ið almenna tiltakið byrjar í morgin seinnapartin kl. 15.30 í Marghøllini, verður tað við Hans Jacob Hjelm sum kemur at syngja og undirhalda, soleiðis at løtan gerst løtt og hugnalig.

Eftir tað fer Hvistan, ið er fyriskipari av tiltakinum, undir tiltøkini, har gongu, súkklu, rennitúrur er á skránni, umframt eisini venjigartími er í Marghøllini, har ein kann styrkja lendar, búk og meira, umframt at ein kann gera fitness í Pálshøll, nevnt aquafitness, eins og at heitir pottar, sauna og dampbað kann roynast, nú tað verður kvøldaropið til kl. 22.00

Eisini er fyrilestur á skránni, har kendur danskur sjónvarpsvertur Henrik Duer kemur at greiða frá um sunnan lívsstíl og viðvarðandi vekttap, og verður hesin fyrilesturin kl. 17.00 í auluni í Vágs skúla. 

Øll tiltøkini eru ókeypis, og verður tað byrja við fólkaskúlanæmingum kl. 09.00, og heldur so áfram kl. 15.30 fyri almenningum og er okkurt heilt til klokkan 22.00.

Hans Jacob Hjelm fer at syngja 

Henrik Duer vegleiðari, fyrilestrarhaldari, venjari og sjónvarpsvertur

Skráin sæst her:

15.30 BETRI Heilsa:
– 15.30 Tónleikur, vatn, kaffi og gott til góman.
– 16.00 Hvussu er tín heilsustøða:
 blóðtrýst, bmi, vekt,
– 16.10 Spøl í Marghøllini fyri børn
– 16.10 Gongutúrur
– 17.00 Fyrilestrar: Henrik Duer í auluni í Vágs skúla
– 18.00 Venjingartími á vøllinum í Marghøllini: rygg, búk, lendar…
– 19.00 Introtími til Aqua fitness í Pálshøll
– 19.00 Rennitúrur í sera lágum tempo, frá Marghøllini
– 19.00 Súkklutúrur, bæði fyri roynd og óroynd. Súkkla og hjálmur krevst.
– 19-22.00 Kvøldaropið í Pálshøll *) Sauna *) Heitir pottar *) Dampbað 

Facebook viðmerkingar