Alexander og Oddmar á U15 landsliðið hjá dreingjum

Øssur Hansen hevur úttikið U15-hópin við dreingjum, sum í døgunum 17. til 21. oktober fer til Liktinstein at spæla tveir venjingardystir.

Venjarin hjá U15-landsliðnum við dreingjum, Øssur Hansen, hevur úttikið hópin, sum í døgunum 17. til 21. oktober fer til Liktinstein, har tveir venjingardystir eru á skránni. Báðir dystirnir verða í býnum Ruggell, og spælt verður 18. og 20. oktober.

Teir 18, ið hava fingið landsliðsboð, eru hesir:

Fayo Kruse, EB/Streymur

Óli Mittún, HB

Rógvi Eyðbjørnsson, KÍ

Sigurd Rasmussen, B36

Jacob N. Vilhelm, KÍ

Sverri Mariusarson, EB/Streymur

Heini S. Sørensen, FC Midtjylland (DEN)

Jákup A. Thomsen, Víkingur

Rani W. Sørensen, HB

Áki Samuelsen, FC Midtjylland (DEN)

Ejvind Restorff Mouritzen, HB

Hans Jacob Arngrímsson, Víkingur

Alexander Holm Kilgour, TB/FCS/Royn

Elias Isaksen, Víkingur

Hjarnar Johansen, B68

Tóki á Lógv, KÍ

Oddmar Nybo Jespersen, TB/FCS/Royn

Jóhan Højbro, ÍF

Facebook viðmerkingar