Tepurt tap í móti B36

Suðringar taptu 0-1 ímóti B36 í Gundadali leygardagin. Einsamalla málið kom tá 56 minuttir vóru leiktir, og var tað Mihal Przybylski sum gjørdi málið.

Suðringar trýstu B36 seinasta hálva tíman, men tað eydnaðist ikki at fáa mál. Og endaði dysturin sostatt við 1-0 sigri til B36.

Við tað at Skála eisini tapti (0-1 ímóti HB) leygardagin,  so er framvegis 1 stig á munin millum Suðringar á 7.  plássi og Skála á 6. plássi.

Støðan í Betrideildini, nú tvey ymfør eru eftir er hendan

Nr.
Lið
D
V
JT
Mál
S
1.HB25221253-16 (+37)67
2.B3625155552-29 (+23)50
3.NSÍ25154659-24 (+35)49
4.25153744-22 (+22)48
5.Víkingur25116838-32 (+6)39
6.SKÁLA25751326-35 (-9)26
7.Suðringar25741425-39 (-14)25
8.EB/Streymur25481327-48 (-21)20
9.07 Vestur25511927-67 (-40)16
10.AB25431812-51 (-39)15

Myndina tók Bjartur Vest

Facebook viðmerkingar