Heystardagar í Vági

Kunngerðir Tekstlýsingar Tíðindaskriv Tíðindi

Heystardagar í Vági er eitt nýtt tiltak í Vági, har Vágur slær dyrnar upp og bjóðar fólki nær og fjar vælkomnum til Vágs at njóta løturnar í heystfrítíðini.

Skráin fyri vikuna er spennandi og fevnir bæði um avdúking av standmynd og heimspremieru av dokumentarifilmi um Suðuroynna.

Heystardagar í Vági byrja leygarmorgun, tá ókeypis almennur morgunmatur er í Billardhúsinum. Eftir morgunmatin verður standmyndin av Tofta Regini avdúkað vesturi á Sandinum. Tað er italumaðurin Gianfranco Nonne, sum hevur búð í Vági í nógv ár, sum hevur gjørt standmyndina av Tofta Regin.

Skránni fevnir sum nevnt eisini um eina heimspremiera, tá italskur dokumentarfilmur um Suðuroynna verður vístur í Miðlatúni mánakvøldið. Á skránni er eisini eldradøgurði í Hamragarði – hetta verður týsdagin.

Nógv spennandi rørslutilboð eru eisini á skrá, bæði Hondbóltsskúli hjá VB, ókeypis svimjing í Páls Høll, og Leikaland í Marghøllini og Páls Høll.

Ruth Smith Savnið í Gamla skúla eru eisini opin og ónskvøldið er aftankvirra í Vágs kirkju við luttøku av Hans Jacob Hjelm.

Verið vælkomin til heystardagar í Vági.

 

Skráin fyri Heystardagar í Vági 2018

Leygardagur 13. oktober

Kl. 9.30 – 11.00     Almennur morgunmatur
Almennur ókeypis morgunmatur í Billardhúsinum, har Arnfinnur Bjarkhamar kl. 10.30 fer at greiða frá søgnini um Tofta Regin. 

Kl. 11.00                  Standmyndin av Tofta Regin avdúkað
Avdúking av standmynd av Tofta Regin vestur á Sandinum við røðum og felagssangi. Tað er italumaðurin Gianfranco Nonne, sum hevur búð í Vági í nógv ár, sum hevur gjørt standmyndina av Tofta Regin.

 

Sunnudag 14. oktober

Kl. 8.30 – 10.15     Páls Høll opin.

Kl. 11.00                  Konfirmatíons-gudstænasta í Vágs kirkju við Patrick de Neergaard, presti.

Kl. 14.00 – 16.00  Páls Høll opin.

 

Mánadagin 15. oktober

Kl. 8.30 – 9.15       Ókeypis morgunsvimjing í Páls Høll.

Kl. 16.00 – 18.15  Páls Høll opin.

Kl. 19.00                 Filmsvísing í Miðlatúni: Suðuroy, the island of wind
Heimspremiera av Italskum dokumentarfilminum “Suðuroy, the island of wind” hjá Valter Torri. Filmurin er upptikin á sumri í 2017. Dokumentarfilmurin er á italskum, men hevur enska undirtekst.

 

Týsdagin 16. oktober

Kl. 12.00                  Eldradøgurði á Hamragarði
Eldradøgurði fyri borgarar, sum eru 65 ár og eldri verður á Hamragarði. Á matarskránni er lambakjøt v/fløtaeplum, valdorfssalat og brúnari sós. Omaná verður te, kaffi og jarbertrifla. Kostnaður 30 kr.

                             Tey, sum ynskja at luttaka í felags døgurðanum á Hamragarði týsdagin 16. oktober kl. 12 verða biðin um at boða frá í Miðlatúni á tlf. 239390 í seinasta lagi fríggjadagin 12. okt. kl. 16.00

                             Tey, sum ynskja bil vestur á Hamragarð, verða somuleiðis biðin um at siga frá í Miðlatúni á tlf. 239390. Bilur má bíleggjast í seinasta lagi mánadagin 15. okt. kl. 14.

Kl. 16.00 – 18.00  Ruth Smith Savnið í Gamla Skúla er opið.

 

Ónsdagin 17. oktober

Kl. 9.00 – 15.00     Hondbóltsskúlin hjá VB í Vágs Høll og í Marghøllini.

Kl. 16.00 – 18.00  Ruth Smith Savnið í Gamla Skúla er opið.

Kl. 16.00 – 18.15  Páls Høll opin.

Kl. 21.00                  Aftankvirra í Vágs kirkju við luttøku av Hans Jacob Hjelm.

 

Tórsdagin 18. oktober

Kl. 8.30 – 9.15       Páls Høll opin.

Kl. 9.00 – 15.00     Hondbóltsskúlin hjá VB í Vágs Høll og Marghøllini

Kl. 10.00 – 18.00  Leikaland í Páls Høll og Marghøllini.

Kl. 16.00 – 18.00  Ruth Smith Savnið í Gamla Skúla er opið.

Kl. 17.00 – 18.00  Tak súkluna, lat bilin standa!
Vágs Kommuna hevur ætlanir um at blíva “grøn”. Sjálboðin hava í hesum sambandi tikið stig til tiltakið “Tak súkluna, lat bilin standa”. Fyriskipararnir siga:  lat okkum seta bilin og taka súkkluna og súkkla í 1 tíma tórsdagin 18. okt. frá kl. 17 til kl. 18..

 

Fríggjadagin 19. oktober

Kl. 10.00 – 18.00  Leikaland í Páls Høll og Marghøllini.

 

Leygardagin 20. oktober

Kl. 10.00 – 18.00  Leikaland í Páls Høll og Marghøllini.

 

Sunnudagin 21. oktober

Kl. 8.30 – 10.15     Páls Høll opin.

Kl. 10.00 – 18.00  Leikaland í Páls Høll og Marghøllini.

Kl. 14.00 – 16.00  Páls Høll opin.

Facebook viðmerkingar