Søgan um Ruth: Ein sterk filmsfrásøgn

Seinnapartin sunnudagin var heimildarfilmurin “Søgan um Ruth”, sum Árni Nicolajsen hevur leikstjórnað, frumsýndur í Miðlatúni í Vági.

Filmurin er um lívið hjá listakvinnuni Ruth Smith, sum helst er størsta listakvinna Føroyar hava átt. Søgan um Ruth Smith er ein kensluborin søga, um eina kvinnu við framúr listarligum gávum, sum eisini í gerandisdegnum – eins og so nógvu onnur – hevur sítt at dragast við.

Hyggjarin verður við framúr góðu frásøgugávunum hjá Eivind Weyhe leiddir ígjøgnum filmin og ígjøgnum lívið hjá Ruth. Filmurin er eisini ein samanseting av smærri leikum, har ymiskar støður í lívinum hjá Ruth Smith verða lýstar.

Ruth Smith doyði 26. Mai 1958, tá hon var funnin deyð í mølini í Lopra – og her endar eisini filmurin Søgan um Ruth, sum er ein sterkur og kensluborin heimildarfilmur um listakvinnuna.

 

Fegin leikstjóri

Tað var ein fegin og rørdur leikstjóri, sum eftir frumsýningina takkaði fyri hjálp og stuðul á 4-5 ára leiðini, sum Árni Nicolajsen hevur brúkt uppá at gera heimildarfilmin um Ruth Smith.

Hyggjaraskarin var eisini á einum máli um, at úrslitið var gott og talan var um eina sterka og kensluborna lýsing av lívinum hjá listakvinnuni Ruth Smith.

 

Facebook viðmerkingar