10 børn innskrivaði í Porkeris skúla

Týsdagin 22. januar vórðu 10 børn innskrivaði í 1. flokk í Porkeris skúla, 4 gentur og 6 dreingir.

Vit skulu heilt aftur í 90 ini fyri at finna so stóran árgang, so komandi skúlaár verða 35 børn í Porkeris skúla.

Í hesum skúlaárinum ganga 26 børn í 1. til 7. flokki og í summar fer ein næmingur í 8. flokk í Vágs skúla.

Tá barnatalið var størst í 90 unum, vóru tað 62 næmingar í skúlanum. Seinnu helvt av 90 unum og út ímóti 2010 minkaði barnatalið niður í 24 til 26 næmingar har tað hevur verið í fleiri ár.

Facebook viðmerkingar