Hví velja eftirskúla?

Higartil hava okur brúkt nógva tíð at lýsa undirvísingina á Føroya Eftirskúla, ið sjálvandi er ein umráðandi liður í tí at fara á eftirskúla.

Tó at undirvísing er ein kravdur partur, so eru nógvar øðrvísi avbjóðingar afturat undirvísingini. Umframt tað, at næmingarnir sjálvir velja tær breytirnar og fakini, ið teimum hóvar best, so er Føroyabreytin ein heilt serstøk breyt, ið ikki er sædd í Føroyum áður.

Tá næmingarnir á Føroya Eftirskúla, saman við lærarum, fara at ferðast runt vøkru oyggjarnar og út í hvønn krók, fáa hesi eitt heilt serstakt samband hvørt við annað, tí tey eru saman um hesa upplivingina.

Umframt alt hetta, so fáa næmingarnir nýggjar floksfelagar, ið koma at uppliva alt hetta saman við teimum. Nýggj vinabond verða knýtt, meðan ferðast verður kring allar Føroyar, og eisini tá næmingarnir búleikast undir somu lon, spæla spøl, íðka ítrótt, hjálpa við matgerðini, ganga túrar, hugna sær við einum góðum filmi og nógv nógv annað. Næmingarnir fara at uppliva eina rúgvu saman, og verða partur av nýggja gerandisdegnum hjá hvørjum øðrum.

Tað er ótrúliga gevandi og mennandi at ganga á eftirskúla, og tí er tað spennandi at læra nýggj fólk at kenna, samstundis sum ein á fyrsta sinni skal búgva saman við nógvum ungum í sama aldri í eitt heilt ár.

Fyrstu næmingarnir hava longu teknað seg til eitt spennandi ár á Føroya Eftirskúla, men enn eru pláss eftir. Nýggju næmingarnir gleða seg at til at byrja, og vóna, at nógv fleiri koma við 😉

Meira kunning er at finna á www.eftirskulin.fo

Facebook viðmerkingar