Tórsdagin 29. august kl. 19:00 hava valfeløg í Suðuroynni tikið stig til ein valfund í SALT.
Orsøkin til hetta er, at feløgini ynskja ein øðrvísi valfund, har valevnini meira frítt kunnu tosa um teirra egnu hjartamál.
Eisini skal vera betri møguleiki hjá fólki at seta valevnunum spurningar, so kjakið verður meira lívligt.
Ónøgd var eisini um, at bert uml. 150 sitipláss vóru á valfundinum hjá KVF í SALT og nógv noyddist heimaftur.
Hesaferð vera 500 sitipláss.
Í steðginum kann keypast kaffi/the og køkur.
Facebook viðmerkingar