Prince kemur ónsdagin

Sum kunnugt fer Smyril til Danmarkar í dokk í vikuskiftinum og skal skipið Prince avloysa Smyril.

Prince fór úr Brindisi í Italia mánadagin í síðstu viku og er nú komin norður gjøgnum Írska havið og fer í dag framvið Skotlandi.

Prince kemur ætlandi á Trongisvág ónsdagin og tá verður farið undir at fyrireika skipið til Suðuroyarsiglingina, sum Prince fer at røkja frá leygardegnum.

Ferðaætlanin hjá Prince verður hendan

Facebook viðmerkingar