Sjódypp aðalfund 16. okt.

Felagið Sjódypp hevur ársaðalfund mikukvøldið 16. okt. kl. 19.00 í Naddoddaneystinum á Tvøroyri.

Skrá:

  1. Val av fundarstjóra og skrivara
  2. Frágreiðing frá nevndarlimi um árið, ið fór.
  3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi.
  4. Val av nevndarlimum og eykalimum.
  5. Val av grannskoðara.
  6. Ásetan av limagjaldi v.m.
  7. Ásetan av gestapolitikki.
  8. Innkomin uppskot
  9. Ymiskt

Uppskot til 8. skulu vera nevndini í hendi, í seinasta lagi, eina viku fyri fundin.

Felagið hevur nú 1 ár á baki, og hevur hetta síðsta árið arbeitt við at fáa sauna og skiftiumstøður. Kom við á aðalfundin og hoyr um ætlanirnar og gev títt møguliga íkast. Felagið arbeiðir eisini við at skapa felagskap kring sjódypp, og limirnir møtast tíðum til sjódypp.

Facebook viðmerkingar