Á aðalfundinum í vikuni bleiv nýggjur formaður í Tvøroyrar Bóltfelagi valdur. Reidar Simonsen hevur tikið við sum nýggjur formaður, eftir at Henrik Thomsen ynskti at lata stafettina víðari.
Umframt broytingar í starvsnevndini, so vóru eisini broytingar í hinum nevndunum, millum annað í ungdómsnevndini har tríggir nýggir limir skuldu finnast.
Í starvsnevndini er Reidar formaður og Jan Ole Farstad næstformaður.
Hans Olaf Johannesen er formaður í fótbóltsnevndini og Thorbjørn Hermansen loysir Ronnie Midjord av.
Í ungdómsnevndini vóru trý nývald; Maureen Arnadóttir, Elvis Leo og Henrik Thomsen, sum avloysa Evu Bech Midjord, Miu Krog Sørensen og Steen Hjartan Sørensen.
Facebook viðmerkingar