Vælumtókta Kirvi vatni við jarðber og hindber smakki er nú aftur í sølubúðunum.
Tíðliga farna heyst byrjaði eitt nýtt tíðarskeið hjá Kirvi, tá farið varð undir at tappa í fløskur í Lopra. Tá vóru vatnfløskurnar við vælumtókta vatninum úr Sumbiarfjøllunum aftur at fáa í sølubúðunum. Síðani er eisini vatni við sitrón og brús komið í sølubúðirnar, og í dag er eisini vatnið við jarðber og hindber smakki at fáa í handlunum kring landið.
Facebook viðmerkingar