Leygardagin fáa suðuroyingar aftur møguleika at fara til optikara í Suðuroynni, tá nýggja optikbúðin Sjónin letur upp í Vági. Tað er Tóki Brattalíð, sum er nýútlærdur optikari, sum letur upp Sjónina.
Ongin ivi er í, at tað hevur verið stórur saknur í einum optikara í Suðuroynni eftir at Ur & Optik lat aftur fyri nøkrum árum síðani, sigur Tóki Brattalíð. Eg var í útbúgvingartíðini í praktikk í Optikbúðini í Havn og har var tað næstan gerandiskostur, at suðuroyingar komu á gátt fyri at fáa tænastur, antin talan var um at keypa brillur ella at stilla brillurnar, so suðuroyingar hava verið tolnir, tá hugsað verður um, at teir hava brúkt ein heilan dag fyri at fara til optikara í nakrar minuttir, greiður Tóki frá.
Tóki Brattalíð er annars 27 ára gamal og júst útbúgvin optikari og er fluttur heimaftur til Føroyar eftir at hava verið uttanlands undir útbúgving. Tóki greiður frá, at hann valdi at fara undir útbúgving sum optikari, tí ongin optikari er í Suðuroynni og tørvurin av somu orsøk stórur.
Í fjør keypti hann hann húsini, har Ur & Optik í Vági helt til og eru hølini nú nýgjørd innan og er talan um ein sera snotiligan handil. Í Sjónin verður møguleiki at keypa brillur, kontaktlinsur, kikara og skifta battarí í urum og mangt annað, sum hóskar til ein optikhandil, sigur Tóki.
Leygardagin 25. apríl verður móttøka frá kl. 10 til kl. 16, men fara vit eisini at taka atlit til korona-støðuna í Føroyum, sigur Tóki. Leygardagin verður møguleiki at síggja nýggja handilin og fáa tíð til sjónkanning, og øll eru sjálvsagt hjartaliga vælkomin á gátt leygardagin, sigur Tóki Brattalíð.
Facebook viðmerkingar