Júst fyri 30 árum síðani 21. mai 1990, var hátíðarløta í Trongisvági, tá barnagarðurin Mýrifípan lat upp á fyrsta sinni.
Ynskið um at byggja barnagarð á Tvøroyri, kom fyrst og fremst frá fakfelagsrørsluni umboðandi av kvinnunum á Tvøroyri. Serliga var tað Fiskepigernes Fagforening, har Ásla Jespersen, sála, sum fakfelagsforkvinna og býráðslimur, var undangongukvinna, við sínum áhaldandi stríði, við áheitanum, og innsavningi av peningi til byggjan av barnagarðið á Tvøroyri. Hetta eydnaðist loksins í 1990, til stóra gleði fyri eftirtíðina, og er í dag ein verkætlan, sum okur ikki høvdu kunna verið fyri uttan.
At barnagarðurin hevur verið ein væl eydna verkætlan fyri Tvøroyri, er ongin ivi um. Ung foreldur á Tvøroyri minnast góðu løturnar tey sjálvi hava havt í barnagarðinum, tá tey vóru ansa sum børn. Og nú tey sjálvi eru foreldur, gleðast hesi um góðu tænasturnar frá fryntligu starvsfólkinum, ið taka ímóti og ansa teirra børnunum.
Tórsdagin 14. desember 2017 var aftur hátíðarløta í Trongisvági, tá spakin var settur í, fyri at byggja afturat Mýrifípuni, sum var blivin nakað trong. Og nú, 30 ár eftir at barnagarðurin lat upp á fyrsta sinni, er úr lendinum aftan fyri barnagarðin, voksin enn ein stásilig Mýrifípa, ið Brim arkitektar hava tekna, og sum er bygd av lokalum handverkarum á Tvøroyri.
Barnagarðurin Mýrifípan er nú voksin frá at kunna ansa 52 børnum, til í dag at rúma 140 børnum.
Ætlanin var at hátíðarhalda 30 árs dagin í dag, Kristi himmalsferðardag 21. mai. Men orsaka av korona átøkum, er smávegis uttandura arbeiði enn ikki liðugt, og kringøkið er enn eitt byggiøkið.
Avgjørt er tí, at móttøka verður í Mýrifípuni fríggjadagin 26. juni, har øll eru vælkomin at vitja og síggja stásiligu Mýrifípuna.
Tvøroyrar kommuna ynskir øllum børnum, foreldrum, starvsfólkum og borgarum á Tvøroyri hjartaliga tillukku við Mýrifípuni.
Facebook viðmerkingar