Matkovin.fo – hitt framleiðaran og smakka nærvøruna

Í farnu viku fór heimasíðan, Matkovin.fo, av bakkastokki.

Matkovin fer at varpa ljós á føroyska framleiðaran og tær nærvørur, ið eru til keyps kring landið. Á heimasíðuni er ein leitil, sum hjálpir tær at finna ávísan framleiðara ella nærvøru og síggja, hvar í landinum tey eru stødd.

Framleiðararnir hava hvør sín vanga á heimasíðuni. Á vanganum eru myndir og tekstur, ið lýsa søgu og virksemi framleiðarans. Tú finnir somuleiðis telefonnummar og teldubústað, so tú lættliga kanst seta teg í samband við framleiðaran.

Umframt at stytta teinin millum framleiðara og keypara, fer Matkovin at kunna um viðkomandi evni og viðurskifti. Tað er týdningarmikið, at keyparin kennir og skilur arbeiðskorini hjá framleiðaranum. Hetta vekir virðing fyri framleiðaranum.

Heimasíðan er bæði fyri ítrivs-og fulltíðarframleiðarar. Einasta kravið fyri luttøku er, at rávøran er føroysk. Matkovin marknaðarførir ikki rullupylsu, ið er gjørd av innfluttum kjøti.

Selur tú rávøru ella góðskaða vøru og ynskir at vita meira um Matkovan, ert tú vælkomin at senda eini boð til hey@matkovin.fo.

Matkovin er eisini á facebook og instagram, har myndir og frásagnir um føroyskan mat verða lagdar út hvørja viku.

Facebook viðmerkingar