Sølumarknaðardagurin í Sumba útsettur til 27. September

Vegna serligar umstøður, er sølumarknaðardagurin útsettur til sunnudagin 27.9. Kl 14-20

Hjartaliga vælkomin á Sølumarknaðardag í Sumba.

Sunnudagin 27. September verður sølumarknaðardagur í Samkonuhúsinum í Sumba.

Ein sølumarknaður er ein samanseting av ymiskari sølu. Tað kann verða loppumarknaður har ein selur brúktir lutir, men tað kann meira enn so, eisini verða søla av onkrum heima bakstri, heimagjørdum mati, ymiskum heimavirkaðum lutum. Ja bara hugflogið setur mørk fyri hvat seljast kann.

Foreldur at børnum í Sumbiar Dansifelag verða at selja kaffi/te og okkurt gott afturvið. Peningurin fyri luttøkugjaldið fer til børnini í Sumbiar Dansifelag.

Facebook viðmerkingar