VB misti í oddastríðnum

VB tapti leygardagin 34-28 ímóti Kyndli í Høllini á Hálsi. Harvið misti VB týðandi stig í oddastríðnum í Hvonndeildini, har nr. 1 og nr. 2 í vár fara at spæla um Føroyameistarskapin 2017/2018.

VÍF hevur verið einaráðandi í Hvonndeildini í ár. VÍF er oddalið við 23 stigum fyri 12 dystir. Nr. 2 er Kyndil við 22 stigum, men Kyndil hevur spælt 13 dystir. VB er á 3. plássi við 20 stigum – VB hevur spælt 14 dystir. Á 4. plássi er Neistin við 13 stigum. -Og er tað nettupp Neistan, sum VB skal spæla ímóti í næsta umfari, sum verður 7. januar.

 

Facebook viðmerkingar