Tíðindaskriv: Í vikuni, sum farin er, hevur fyritøkan Sólsetur v/ Lív Clementsen keypt kistu goymsluna hjá Trónda Nolsøe í Trongisvági.
Tróndur Nolsøe hevur í mong ár selt kistur í Suðuroynni og í seinnastuni hava synir hansara tikið sær av hesum. Teir hava nú avgjørt at gevast við at selja kistur.
Samskifti hevur verið síðstu tíðina millum synir Trónda Nolsøe og Sólsetur v/ Lív Clementsen um keyp av goymsluni og í vikuni bleiv hendan avtala endaliga gjørd.
Sólsetur hevur í hesum sambandi leitað eftir søluumboði, sum kann taka sær av søluni í Suðuroynni.
Avtalað er nú gjørd við Eilif Dimon, sum eigur og rekur Sp/f Verk í Trongisvági,um at verða søluumboð í Suðuroynni. Hann fer at hava tær vanligu siðbundnu føroysku kisturnar á goymslu.
Hetta vil siga at framyvir kunnu tey, sum hava tørv á at fáa fatur á eini kistu í Suðuroynni, venda sær til Eilif Dimon tlf 266615 og hava avvarðandi brúk fyri blómum ella gravsangum, kunna tey altíð venda sær til okkara, so hjálpa vit fegin, at fáa tað til vega, sigur Lív Clementsen frá jarðarferðarfyritøkuni Sólsetur, telefon 299000
Facebook viðmerkingar