FC Suðuroy í 1. deild

Við einum 3-0 sigri á Undrið FF á Tórsvølli í dag hevur FC Suðuroy tryggjað sær uppflyting í 1. deild í fótbólti.

Dysturin skuldi upprunaliga spælast í Hoyvík, men orsaka av vánaligu veðurforsøgnini, varð dysturin fluttur á Tórsvøll.

Málini hjá FC Suðuroy gjørdu Rani Johansen, Reidar D. Joensen og Heri Kjærbo.

Facebook viðmerkingar