Tá odda liðið í SMS-deildini hjá kvinnum, Kyndil, kom á vitjan í Vágs Høll sunnudagin, vóru tað helst ikki nógv, sum høvdu væntað annað enn ein greiðan Kyndil-sigur.
Kyndil vann fyrst í november stórsigur, 41-11, á VB í Havn, og vann eisini fyrsta í Vági í september við 27-19.
Men VB vildi tað annarleiðis.
Ikki tað, Kyndil legði sterkt út og tá 10 minuttir vóru leiktir, var Kyndil á odda 5-2. Men so svaraði VB aftur og vendi dystinum til 7-5. Tað, ið eftir var av fyrra hálvleiki gekk javnt á – og hálvleiksstøðan var 14-13 til VB.
Allan seinna hálvleik fylgdust liðini – eina løtu VB omaná og eina løtu Kyndil omaná. Tá 2 minuttir vóru eftir, var VB á odda 23-21. Kyndil minkaði um munin til 23-22. VB fekk brotskast, men ikki mál. Og tá Kyndil so skoraði í seinasta minutti til 23-23, so endaði dysturin við javnleiki.
Málskjúttar hjá VB vóru:
Helga Kjærbo: 7 mál
Vladana Lazendic: 6 mál
Bára Mortensen og Durita Hjelm: 3 mál
Gurið Augustinussen: 2 mál
Rannvá Johannesen og Vár Brattalíð: 1 mál
Støðan í SMS-deildini er hendan:
Facebook viðmerkingar