Vágur hevur verið nýggjársbygd burturav, og seinastu árini hevur verið gjørt enn meira burturúr, soleiðis at hugnin og veitslan gerst enn betri og fjølbroyttari.
Av hesum kann nevnast stórt morgunmatarborð, kirkjurenning, faklagongd, konsert, dansur, stroyming og annars hugni í grannaløgum.
Men eitt sum er vorið ein fastur táttur hesi mongu seinastu árini, er hugnaliga og fríska tiltakið nýggjársaftansmorgun, tá ið fólk savnast við Vágs Kirkju og hiðani leggja leiðina til Porkeris og har vent verður við Porkeris Kirkju og síðani fari inn aftur til Vágs Kirkju.
Tað er rørslufelagið í Suðuroynni Hvistan, ið fyriskipar hetta og hevur hetta tiltakið veruliga voksi seg størri fyri hvørt ár ið fari er. Í fjør tá ið tiltakið fór av bakkastokki fyri 7. ferð og tá fór luttakaratalið uppum tey 70, so spennandi verður at síggja hvussu luttøkan verður í ár, men eitt er greitt og tað er at áhugin fyri at vitja í Vági nýggjársaftan er vaksandi.
Kirkjurenningin í Vági nýggjársaftan, byrjar kl. 10.00 við Vágs Kirkju og øll eru vælkomin, at renna, spáka, trilla ella súkkla.
Facebook viðmerkingar