48 næmingar byrjaðir á várskeiðnum á Ítróttaháskúlanum

Í farnu viku byrjaði várskeiðið á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy. Umframt at talan er um størsta talið av næmingum – 48 næmingar – so var eisini talan um ein søguligan dag, tí næmingarnir fluttu inn í nýggja næmingaheimið hjá Ítróttaháskúlanum.

Á næmingaheiminum búgva næmingarnir í 2 og 4 persóns kømrum á tveimum hæddum.

Á várskeiðnum eru 28 føroyingar og 20 útlendingar – úr Danmark, Norra, Íslandi og ein føroyingur, sum býr í Belgia.

Sum vant, so var fyrstu vikuna farið intro túr, har leiðin gekk eftir fjøllunum og ligið var nátt í Hovi, áðrenn næmingarnar fóru til gongu aftur til Vágs.

Facebook viðmerkingar