Vitjunarvinir í Suðuroynni

Í samstarvi við Reyða Kross er ætlanin at fáa skipað tilboð um vitjunartænastuna í Suðuroynni.

Ein vitjunarvinir er ein persónur, sum sjálvboðin bjóðar seg fram til at vitja fólk, sum sita nógv einsamøll og ikki koma út. Tað krevur, at tú hevur tíð at vera saman við borgaranum eina løtu, har tit kunnu práta, ganga túr, spæla kort ella okkurt sum tit hava hug til.

Ein vitjunarvinur ger ikki húsligt arbeiði, so sum uppvask, vaskar klæðir o.s.v.

Talan er um nakrir fáir tímar um vikuna. Tað er sjálvboðið arbeiði, sum tó er ein vælgivin løta. Nærvera og eitt hugnaligt prát hjálpa ímóti einsemi, og øll fáa gleði av hesum, bæði tann, ið vitjar og tann, ið fær vitjan.

Um tú kennir onkran, ið hevði havt gott av at fingið vitjan, ella onkran, ið hevur hug at vera vitjunarvinur, kunnu tit geva mær boð. Navn, addressa, telefonnummar og aldur skal upplýsast. Um tað eru spurningar, kunnu tit ringja á 793504, skrivar Bára Krosslá Mortensen á facebook.

Facebook viðmerkingar