Ítróttaháskúla-næmingar ganga fjøllini í Suðuroynni

Ein afturvendandi partur av skránni hjá Ítróttaháskúlanum í Suðuroy er at ganga allar fjallatopparnar í Suðuroynni. Og hesa vikuna og í komandi viku ganga næmingarnar allar fjallatopparnar í oynni.

Veðrið hevur verið av tí allar fagrasta og vit hava longu tikið 32/55 toppar í tjúkkum kava, siga tey á Ítróttaháskúlanum.

Facebook viðmerkingar