FC Suðuroy hevur limadag leygardagin

Leygardagin 27. februar hevur FC Suðuroy limadag í VB-húsinum frá kl. 10 til kl. 14.

Á limadegnun ber til at gjalda limagjald og eisini hjá nýggjum limum at gerast limir í FC Suðuroy.
Limagjaldið fyri vaksin yvir 18 ár – sum eru íðkandi – er 500 kr. + 150 kr. fyri FC Suðuroy búnan.

Børn undir 18 ár – fyrsta íðkandi barnið 400 kr. + 150 kr. fyri búnan. Hini børnini í húskinum gjalda 200 kr. + 150 kr. fyri búnan.

Fyri hvílandi limir er limagjaldið 200 kr. og um búni verður keyptur, so er tað 150 kr. afturat limadagin.
Vanliga kostar búnin 500 kr., men um tú bíleggur búnan á limadegnum, so kostar hann 150 kr. – hetta er tilboð, sum bara er galdandi á limadegnum.

ØLl, sum melda seg um lim í FC Suðuroy á limadegnum, eru við í lutakastinum um eitt vikuskiftisuppihald fyri 2 á hotelli í Tórshavn.

Á limadegnum bjóðar FC Suðuroy te/kaffi og kakur. Til ber eisini at keypa okkurt søtt til tonnina.
Til ber eisini at keypa FC Suðuroy hálsrør og hettutroyggju.

Lutaseðlar verða seldir til stóra páskareggið – og drigið verður 31. mars.

Kl. 14 byrjar venjingardystur á Eiðinum millum FC Suðuroy ÍF.

Facebook viðmerkingar