41 til dómaraskeið í VB-húsinum

Ónsdagin skipaði Hondbóltssamband Føroya saman við VB fyri dómaraskeiði í VB-húsinum.

41 hondbóltsáhugaði og -leikarar luttóku í skeiðinum, sum Dánjal Samuelsen frá HSF stóð fyri.

Skeiðið er ein liður í at fáa fleiri dómarar, bæði til yngru deildirnar og eisini til vaksnamannadeildirnar.

Facebook viðmerkingar