Suðuroyarmeistarakapping í sjavs 2021 verður í VB-húsinum leygarkvøldið 20. Mars kl. 18.30.
Nógvir góðir vinningar verða at spæla um so sum Sjavstúrur við Norrønu, matur frá Torginum, FK og mangt annað.
Steyp verða eisini til 4 tey bestu pørini. Suðuroyar Sparikassi, Bank Nordik, Betri Banki, Varðin, o.o hava stuðlað.
Tað er sera hugaligt at fara undir eina stóra sjavskapping, tá so góðir stuðlar vilja hjálpa, sigur Páll Lervig, fyriskipari.
12 vinningar verða á lutaseðli, sum handlar og onnur hava stuðlað við vinningum til.
Fyri at kunna luttaka í kappingini, skal tað meldast til og tilmelding fer fram til sjavskappingina tórskvøldið 18. mars ella við at ringja á tlf 373036 ella 254931 í seinasta lagið á middegi sama dag.
Luttøkugjaldið er 100 kr. fyri hvønn. Íroknað luttøkugjaldinum er kaffi og kaka. Suppa verður til keyps. kostnaður 30 kr. Kostnaðurin av lutaseðlum er 5 kr, buntið við 5 seðlum í 25 kr.
Vit bjóða øllum at verða vælkomin. Fólk norðanfyri eru eisini vælkomin, at koma suður ein túr at spæla sjavs, sigur Páll Lervig, formaður í Suðuroyar Sjavsfelag.
Facebook viðmerkingar