Petur og Fredrik vunnu 9. umfar í sjavs

Tórskvøldið 4. mars var 9. umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag. Og hetta 9. umfarið vunnu Petur Gærdbo og Fredrik Ludvig og er hetta fyrsta umfar, teir vinna hetta kappingarárið.

Úrslitið av 9. umfari gjørdist:

Nr. 1. Petur Gærbo og Fredrik Ludvig, 4 stig hvør
Nr. 2. John Jacobsen og Tórun Heðinsdóttir Jacobsen, 3 stig hvør
Nr. 3. Magni Augustinussen og Birgir Skorastein, 2 stig hvør
Nr. 4. Gudmund Poulsen og Jákup Joensen, 1 stig hvør.

Úrslitið førir við sær, at Magni Augustinussen og Birgir Skorastein hava styrkt um støðuna í oddunum í sjavskappingini. Støðuna finnur tú her.

Facebook viðmerkingar