Dugni letur upp deild í Suðuroynni

Á fyrilestri á Segloftinum í kvøld, í samband við umhvørvisvikuna, sum Tvøroyrar kommuna hevur skipað fyri, kunnaði stjórin á Dugna, Hedvig Johansdóttir, at Dugni letur upp deild í Suðuroynni, og at Eyðstein Jacobsen úr Hvalba er settur í starv sum deildarleiðari fyri Dugna í Suðuroynni.

Mynd við Seglloftið í kvøld

Stig Elttør skúlaleiðari við Áir, Súsanna Berg umhvørvisleiðari IRF, Jónleyg J. Bech forkv. Trivnaðarnevndin TVK, Allan Mørkøre deildarleiðari Dugni á Hjalla, Alvi Mortensen form. Tekniska nevnd TVK, Hedvig Johansdóttir stjóri Dugni, Eyðstein Jacobsen deildarleiðari Dugni í Suðuroy.

Dugni:

Dugni er ein sjálvsognarstovnur undir Almannamálaráðnum, sum er skipaður sambært viðtøkum frá 1. juli 2012. Endamálið hjá Dugna er millum annað at royna arbeiðsevnini hjá borgarum, ið eru vinnutarnaðir og at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling, so hesi aftur kunnu fara til arbeiðis.

Kjarnuvirksemið er endurbúgvingarvirksemi fyri fólk, ið hava torført við at fáa ella at varðveita arbeiði, hava tørv á at royna síni arbeiðsevni ella at skúla seg, og starvsfólkini arbeiða miðvíst saman við næminginum at finna og menna førleikarnar hjá hvørjum einstøkum.

Dugni hevur nú 4 deildir í Føroyum, nú Eyðstein Jacobsen byrjar í starvinum 1. juni, og verður hann saman við einum starvsfólki, at mynda og skipa virksemið hjá deildini hjá Dugna í Suðuroynni.  -Meira kann lesast um Dugna her

.