Kirvi Føroya Sunnasta 1/2-marathon 10. juli 2021

Hvistan boðar frá, at tey hava tikið avgerð um, at árliga 1/2-marathon tiltakið í ár verður leygardagin hin 10. juli.

Teinurin er eisini ein annar enn undanfarin ár, men tiltakið vóna vit verður eins gott um ikki betri, tí føroyskir oyggjaleikir eru eisini hetta sama vikuskifti

Vit gleða okkum til nakrar dagar við nógvum ítróttar og fríluftsvirksemi í Vági, skrivar Hvistan á heimasíðuni. Tilmeldingin til Kirvi Føroya Sunnasta 1/2-maraton er byrjað – og eins og undanfarin ár, so ber til at ganga ella renna.

Tilmelding fer fram her: https://hvistan.atgongumerki.fo/…/event/1204363/order/info

Facebook viðmerkingar