Fríggjadagsskráin á Dansibandsfestivalinum

Fríggjadagin byrjar Dansibandsfestivalurin í Vági og skráin fyri fríggjadagin 30. apríl 2021 er hendan.

Kl. 12.00-14.00 Dansibands-brunsh í VB-húsinum. Kostnaður 100 kr. fyri vaksin, 50 kr. fyri børn. Dansibands-brunsh er íroknað vikuskiftispassinum. Øll hjartaliga vælkomin.

Kl. 14.00 Konsert í VB-húsinum við Magna Christiansen

Kl. 16.00-17.30 Line-dansur við Birgir og Hervør Samuelsen í VB-húsinum. Tiltakið kostar 50 kr – er íroknað vikuskiftipassum til Dansibandsfestivalin.

Kl. 20.00 felagssangur Hjalmar & Dagfinn spæla undir og suppu v/breyð í Vágs Høll. Tiltakið kostar 100 kr. – er íroknað vikuskiftispassum til Dansibandsfestivalin.

Kl. 22.00 Uppá tá við Finnur S. Olsen beinleiðis í útvarpinum hjá KVF frá Dansibandsfestivalinum úr Vágs Høll.

Kl. 23.00 Dansibands orkestur spæla til dans í Vágs Høll. Norrøna Dansband og Sunrise spæla til dansin. Dansurin kostar 250 kr. – er íroknaður vikuskiftispassum til Dansibandsfestivalin.

Kl. 04.00 Dansurin endar.

Facebook viðmerkingar