Stroyma frá Dansibandgudstænastuni í Vágs Høll

Ein hátíðarligur partur av skránni til Dansibandsfestivalin er Dansibandsgudstænastan í Vágs Høll, sum altíð er væl vitjað. Dansibandsgudstænasta verður leygardagin kl. 14.

Í ár verður Uni Næs, dómpróstur, prestur á Dansibandsgudstænastuni og harumframt fer Magni Christiansen at framføra til gudstænastuna. Klokkari verður Mikkjal á Løðhamri og Elin Jacobsen verður degnur til gudstænastuna.

Sálmarnir, sum sungnir verða, eru ”Boðar tú til allar tjóðir” og ”Tíðin rennur sum streymur í á”.

Sum nakað nýtt, verður Dansibandsgudstænastan stroyma á internetinum í ár, hetta umvegis Youtube-rásina ”Vágur, Faroe Islands”, sum tú finnur her.

Leinkja til stroymingina verður eisini løgd út á heimasíðuna hjá Dansibandsfestivalinum, www.dansibandsfestivalur.fo og á facebook-vangan hjá Dansibandsfestivalinum.

Facebook viðmerkingar