Hetta er tann afturvendandi sølustevnan, sum Tvøroyrar nýggjársnevnd skipar fyri á hvørjum ári.
Nú um vikuskiftið, sum er 8. og 9. mai, er opið frá kl. 14 til kl. 20 báðar dagar.
Eins og undanfarin ár eru fleiri bilasølur við. Fleiri aðrir handlar og fyritøkur koma norðaneftir eins og handlar úr Suðuroy eru við.
Flottasti bilur í Suðuroy skal finnast.
Tað verður okkurt hjá børnum at fara til, tí í skúlagarðinum eru hoppiborgir at stuttleikar sær við.
Hesar bilasølur eru við: BergMotors, Bilasølan, NordBil, NordCar, Tesla Import og Wenzel.
Hesir handlar og fyritøkur luttaka eisini: JSS, Okulus Optik, Kaj Andreasen, Rent a bike/outdoors, WestClear, Aktiv, Vørðslan, Bilreins, Dj-Enni, Rosah, MP-Teknik, Dia Jacobsen (Tattoo) og Suðuroyar Sparikassi
Leygardagin undirheldur Ingi Poulsen kl. 17 og sunnudagin kl. 17.00 undirheldur Eyðun Nolsøe. Eisini verður andlitismáling í høllini. Møguleiki er at fáa hol í oyruni í básinum hjá Nadyu Eyðunsdóttur og hjá Silju Egholm er møguleiki at fáa flættir og lit í hárið.
Bilasølustevnan hevur opið leygardagin og sunnudagin frá 14.00 og til klokkan 20.00.
Facebook viðmerkingar