Gongu- ella renning á tunnilsdegnum í Hvalba

Leygardagurin er stórt hátíðarhald í Hvalbiarsókn, nú nýggja farleiðin til Trongisvágs letur upp fyri almennari ferðslu. 

Hvistan sum er rørslufelagið í Suðuroynni verður eisini partur av hátíðarhaldinum, tá ið tey saman við Landsverk standa fyri at renningin og gongutúri gjøgnum tunnilin verður gjøgnumført.

Seinastu árini eru alt fleiri og fleiri fólk blivin virkin bæði í renning, súkkling, gongu- og hagatúrum, og Hvistan roynir við sínum tiltøkum at stuðla undir hesa bylgjuna av rørslutiltøkum, ið bæði eru gagnlig, sunn og sum eisini eru nevnd í átøkunum hjá Fólkaheilsuráðnum í ABC fyri sálarheilsu. 

Tá ið røður eru hildnar, og tónleikurin framførdur, fara hvistulimir saman við teimum, ið eru áhugaði at ganga og renna ígjøgnum tunnilin, umleið kl. 12.00. 

Hvistan vónar, at nógv koma við til túrin úr Nesið Hvalba og til Trongisvágs og letur heilsa, at bussar koyra, tey luttakandi norðuraftur til Hvalbiar, eftir at tey eru komin ígjøgnum tunnilin.

Facebook viðmerkingar