Gudmund og Jákup vunnu 16. umfar í sjavs

Tórsdagin í farnu viku var 16. umfar í sjavs, sum Gudmund Poulsen og Jákup Joensen vunnu. Hesa vikuna verður spælt ónskvøld í VB-húsinum.

Úrslitið av 16. umfari var hetta:

Nr. 1. Gudmund Poulsen og Jákup Joensen, 4 stig hvør
Nr. 2. Elnar Holm og Henning Djurhuus, 3 stig hvør
Nr. 3. Anja Bech og Páll Lervig, 2 stig hvør
Nr. 4. Fredrik Ludvig og Petur Gærdbo, 1 stig hvør

Vegna Kristi Himmalferðardag, sum er tórsdagin, er 17, umfar flutt til ónskvøldið 12, mai og spælt verður sum vant kl. 18. 30 í VB-húsinum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Støðuna í sjavskappingini finnur tú her.

Facebook viðmerkingar