Nú summarsteðgur er í heimligu fótbóltskappingini hevur TB brúkt tíðina til at fyrireika seg upp á seinni hálvu í Betrideildini.
Reidar Simonsen, formaður í TB, skrivar á facebook vanganum heilsan til viðhaldsfólk og stuðlar.
Góðu viðhaldsfólk og TB stuðlar
Nú tað nærkast til seinna hálva av landskappingini byrjar aftur, hava vit eina møtumikla, men ikki ómøguliga uppgávu fyri framman, sum vit í leiðsluni eru vísir í, at vit megna at loysa í felag. Fleiri spælarar hava (av ymsum orsøkum) valt at gevast, og TB ynskir at takka teimum fyri tíðina í felagnum.
Vit hava fingið nýggjar spælarar ístaðin fyri teir, ið eru givnir, og ynskja vit teimum vælkomnum í felagið. Tann seinata undirskriftin kom í gjár, tá ið sáttmáli varð gjørdur við roynda og evnaríka Filip Djordjevic, ið sostatt flytir frá ÍF til TB.
Fýra spælarar inn – fýra spælarar út
Í summarsteðginum hevur TB fingið tilgongd av fýra leikarum, tveimum framherjum, einum vongi og einum miðvallara.
27 ára gamli Kaspars Svarups úr Lettlandi er framherji. Hann er 1,92 metur høgur. Og hevur seinastu tíðina spælt í næstbestu deildini í Serbia.
TB hevur eisini fingið tilgongd av 21 ára gamla Sascha Schmalz, sum er vongur. Hann hevur spælt í lægri deildunum í Týsklandi.
Triðja tilgongd er miðvallaleikarin Ibrahim Moro, sum TB hevur leigað frá HB.
TB hevur í dag eisini tryggjað sær Filip Djordjevic frá ÍF, og er hetta fjórði leikarin, sum er komin til TB í summar.
Hinvegin er eisini greitt, at Simon R. Rasmussen, Mads Altschuler, Maxwell Asare Bediako og Mark Kongstedt ikki halda fram í TB.
Fyrsti dysturin hjá TB eftir summarsteðgin verður á ólavsøku móti B36.
Facebook viðmerkingar