8.000 fleiri fólk um Suðuroyarfjørð

Í 2017 fór talið av ferðandi um Suðuroyarfjørð uppum 250.000.

Frá 2016 til 2017 vaks ferðafólkatalið við umleið 8.000 fólkum, úr 242.338 fólkum uppí 250.305 fólk. Talan er um vøkstur á 3,3%.

Talið av akførum, sum fóru um Suðuroyarfjørð vaks eisini í 2017, frá 90.120 akførum í 2016 til 98.679 akfør í 2017. Vøksturin var umleið 9,5%.
Mynd: Bjartur Vest

Facebook viðmerkingar