Seinastu vikuna hava óvanliga nógv fólk ferðast um Suðuroyarfjørð. Fyrst Ólavsøkan, har nógv fólk fóru norður og suðuraftur – og síðani stóra hondbóltskappingin Faroe Islands Handball Cup, sum dróg nógv fólk til Suðuroynna, sum fóru norðuraftur ónsdagin og í dag.
Tilsamans eru 11.000 fólk farin við Smyrli um Suðuroyarfjørð seinastu vikuna og hetta er størsta tal av fólki, sum hevur ferðast um Suðuroyarfjørð í eina viku.
Facebook viðmerkingar