29 næmingar á várskeiði á Ítróttaháskúlanum

Mánadagin byrjaðu 29 næmingar á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy, tá fyrstu skúladagur í várskeiðinum 2018 var á Ítróttaháskúlanum.

Næmingarnar eru føroyingar og danir. Men umframt teir 29 næmingarnar, so eru eisini trý lesandi í starvsvenjing á Ítróttaháskúlanum, tvey úr Íslandi og ein føroyingur.

Sum vant, so eru næmingarnar farnir intro-túr út í náttúruna í Suðuroynni. Guðmundur Joensen, háskúlaleiðari greiðir frá, at tey sum vant hava bæði plan A, B og C við í skjáttuni, tá tey fara intro-túr. -Og nú veðrið bleiv sum tað tað bleiv við kava og øllum, so eru onkrar smávegis broytingar gjørdar frá upprunaætlanini, men hava vit brúkt dagin í dag á fjøllunum og eru nú komin til Fámjin.

Byrjanin hevur verið heilt framúr góð og næmingar og starvsfólk og tey í starvsvenjing lata sera væl at, sigur Guðmundur Joensen, leiðari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.

Facebook viðmerkingar