Summar upplatingartíðirnar hjá søvnum endar

Í summar hava søvnini í Gamla Skúla í Vági havt fastar upplatingartíðir. Í Gamla Skúla eru Ruth Smith savnið og framsýning frá Seinna Heimsbardaga, sum Vágs Sóknar Bygdasavn hevur.

Søvnini bæði hava síðani í juni havt opið mánadagar og ónsdagar frá kl. 15 til kl. 17.

Nú summarið er farið at halla endar eisini summarupplatingin hjá søvnunum og mánadagin er seinasti dagur har opið er frá kl. 15 til kl. 17.

Facebook viðmerkingar