So er kvøldskúlaskráin hjá Vágs kvøldskúla komin.
Í skránni sæst hvørji kvøldskúlaskeið verða í vetur og hvar tey halda til. Í skránni síggjast eisini ymisku tiltøk sum verða fyriskipaði í Miðlatúni og FabLab, og sum samstarv er við kvøldskúlan um.
Tíanverri hevur tað ikki latið seg gera, at fáa øll skeiðini í skránna í ár, sum vóru í vetrarskránni í fjør. Orsøkin er eitt nú, at undirvísarar eru givnir vegna aldur. Tískil er roynd gjørd at fáa onnur áhugaverd skeið og tiltøk inn í kvøldskúlaskránna.
Skráin verður borðin út í hvørt hús í kommununi frá í morgin av, 24. september. Skráin kann longu lesast talgilt her.
Facebook viðmerkingar