Vágur og Seinni Heimsbardagi

Á sumri í 2010 lat Vágs Sóknar Bygdasavn upp forkunnugt savn í Gamla Skúla við modellum av teimum 9 skipunum úr Vági, sum fórust undir Seinna Heimsbardaga. Tey 9 modellini er gáva, sum hjúnini Poul og Marianna Niclassen úr Vági hava latið til savnið.

Síðani hevur Vágs Sóknar Bygdasavn fingið bæði lutir, myndir og frásagnir frá Seinna Heimsbardaga, sum eisini eru partur av framsýningini í Gamla Skúla.

Framsýningin í Gamla Skúla verður nú dagførd og umskipað, soleiðis at framsýningin gerst meiri innbjóðandi. Og í hesum sambandi er eisini gongd sett á at fáa skrivað niður søguna “Vágur og Seinni Heimsbardagi”.

Ætlanin er at fáa savnað inn søgur um bretsku hermenninar, sum vóru í Vági – nær komu teir fyrstu til Vágs, nógvir vóru teir, hvar búðu teir, hvør var herovasti, nær fóru hermenninir avstað aftur og annars allar søgur í sambandi við tíðina undir Seinna Heimsbardaga.

Tað eru Dennis Holm, Arnfinnur Bjarkhamar og Arnfinnur Thomassen sum hava tikið stig til hetta arbeiðið – og hevur tú myndir, søgur, lutir ella annað, sum tú kundi hugsað tær deilt við okum, so er at seta seg í samband við ein av okkum.

Tit eru eisini vælkomin at skriva tykkara søgur á facebook-síðuni her.

Dennis, Arnfinnur B. og Arnfinnur T.

Facebook viðmerkingar