Egil úr Hvalba tilevnað altardúk til Herslev kirke

Seinasta árið hevur Egil Meigaard, sum er búsitandi í Herslev við Roskildi, arbeitt við annarleiðis verkætlan. Egil, sum er hvalbingur, hevur nevniliga tilevnað ein altardúk til Herslev kirkju. Og í samband við adventsgudstænastuna, fyrsta sunnudag í advent, var altardúkurin avdúkaður og vígdur av Peter Fischer-Møller, bispi.

Henriette Brix Worm Andersen, sóknarprestur í Herslev kirkju, greiður frá, at hon bað Egil tilevna ein altardúk. -Hon helt tað kundi verið serliga forkunnugt fyri kirkjuna at hava ein altardúk, sum er tilevnaður av einum av fólkunum í sóknini.

Egil Meigaard greiður frá, at hann brúkti nakrar mánaðir at tekna mynstrini og gjørdi fleiri kladdur áðrenn hann fór undir at hekla altardúkin. -Eg havi arbeitt við altardúkinum hvønn dag síðani í juli, og altardúkurin hevur 132 krossar í toppinum og líka so nógvir krossar millum 24 torn, og har hevur kirkjutornið í Herslev kirkju verið íblástur, greiður Egil frá.

-Heimanífrá síggi eg kirkjutornið í Herslev kirkju og tað er higani eg havi fingið íblástur til mynstrini, so hetta er ein heilt serstakur altardúkur, sum eg gleðist um at fer at prýða altarið í Herslev kirkju tá vit koma í adventina tey nógvu komandi árini, greiðir Egil Meigaard frá.

Kelda: sn.dk

Facebook viðmerkingar