Seinastu 35 árini er fólkatalið í Suðuroynni minkað við 20%, samstundis sum fólkatalið í Føroyum er vaksið við nærum 19%. Í 1985 búði 5.882 fólk í Suðuroynni, og nú búgva tað 4.684 fólk í Suðuroynni. Talan er um eina ræðandi minking yvir 35 ár á heili 20%, svarandi til, at nærum øll Vágs bygd er burtur…..
Talva, ið vísur syrgjuligu gongdina, har fólkatalið í suðuroynni er minka við 1.198 fólkum síðan 1985
Suðuroyggin tódna við 1.200 fólkum síðan 1985, svarandi til nærum øll Vágsbygd er burtur, samstundis sum fólkatalið er økt við 8.300 í Føroyum…. hetta átti fingið nakrar alarmklokkur at ringt hjá Løgtinginum….
Sama tíðarskeið, er fólkatalið í Føroyum økt við 8.293 fólkum frá 45.348 til 53.641 fólk. Vøkstur er so at siga í øllum økjum, burtursæð frá Suðuroyar og Sandoyar økinum. -Vónandi vendir støðan í Sandoynni komandi árini við Sandoyartunnilinum.
Ein kann spyrja, hvørjar Føroyar ynskja vit?
Fakta er, at yvirordnað er Suðuroyggin í einari støðugari niðurbræðing, ið viðførur at fleiri og fleiri flyta frá og fella frá. Smávegis av fólkavøkstri hevur verið í fjør og fyrr árið, men hetta stendur ikki í mát við beiska veruleikan, ið talar sítt tíðuliga mál, at fleiri og fleiri av unga ættarliðunum velja Suðuroynna frá eftir, at tey eru liðug við miðnámsskúlan. Og eftir lidna útbúgving, er tað tíðverri sera avmarka við starvs og verkaplássum til ungar familjur í Suðuroynni. Hetta hóast, at Suðuroyggin er eitt avbera gott stað at búgva, og eitt sera gott stað at vaksa upp í, men fólk tørva støðugt og fast arbeiði, og hesi eru tað fáa av í Suðuroynni. Hetta viðførur, at kommunalu inntøkurnar frá persóns- og partafelagsskatti eru væl lægri enn í kommununum norðan fryi Suðuroyarfjørð,
So at siga, er ongin munagóð og stórvegis betran hend á Suðuroyarleiðini síðan1975
Orsøk
Tað er ongin ivi um, at orsøkin til afturgongdina og fólkaflytingina stavar serliga frá “vánaliga”, óstøðuga og ótíðarhóskandi ferðasambandinum til og frá Suðuroynni.
So at siga, er ongin munagóð og stórvegis betran hend á Suðuroyarleiðini síðan 1975, tá Mols ferjurnar byrjaðu at sigla. Nú verandi Smyril er 16 ár, og megnar ikki at røkja eina tíðarhóskandi ferðaætlan og veita eina tænastu javnbjóðis við ferðasambandið kring um í Føroyum annars.
Ein kann undrast yvir, at landsins myndugleikar ikki sýnast hava hugsa tankan, at eitt skipa kann ikki einsamalt røkja eina lívsneyðuga farleið um Suðuroyarfjørð. Og er tað átaluvert, at ongin játtan er avsett á landsins fíggjarætlan til 2 javnbjóðis skip fyri minst 15 árum síðani.
Loysn
Støðan kann broytast, her er bert talan um raðfesting og um vilja hjá Løgtinginum. Heitt verður á Landstýrið og Løgtingið, um at taka støðuna í allar størsta álvara og beinanvegin avseta neyðuga eykajáttan til útvegan av einari ferju afturat verandi Smyril, ið er minst á somu stødd sum Smyril, ið saman við verandi Smyril kann røkja Suðuroyarleiðina komandi 10 árini.
At landstýrið kemur sær at bjóða Herjólfur III, sum avloysara skip fyri Smyril á Suðuroyarleiðini, er at meta sum eitt hán av Suðuroyingum, og tekin um onga virðing og vantandi vitan, um tørvin hjá ferðafólkið og farmi á Suðuroyarleiðini. Hetta eigur undur ongum umstøðum at góðtakast.
Herjólfur III, sum avloysara skip fyri Smyril á Suðuroyarleiðini, er at meta sum eitt hán av Suðuroyingum, og eigur undur ongum umstøðum at góðtakast
Og fyri at byrta vón og trúgv uppá, at Suðuroyggin hevur eina virðuliga framtíð og fær javnbjóðis rættindir og veitingar til eitt framtíðartryggja samferðslustøði, eins og er gjørt norðanfyri Suðuroyarfjør, er tað umráðandi, at Løgtingið avsetur játtan á komandi fíggjarætlan til Suðuroyartunnilin, sum tá kann vera liðugur í 2030.
Tað er ongin ivi um, at Suðuroyartunnilin má fáa allar hægstu raðfesting á komandi fíggjarætlan, skal niðurbræðingin av Suðuroynni steðga, um enn hetta viðførur, at aðrar almennar verkætlanir mugu útsetast uttan at nevna nakra ávísa “nice to have”
Hetta hava okur krav uppá sum suðuroyingar og javnbjóðis føroyingar.
Facebook viðmerkingar