Tað er ein vælnøgdur venjari, sum vit fáa orðið á, áðrenn spennandi fyrru hálvfinaluna ímóti VÍF í Vágs Høll ónskvøldið.
Fyri einari viku síðani, fekk Katrine, sum hevur verið stórspælandi í ár, ein skaða og í gjár fingu vit at vita, at hon helst er úti restina av kappingarárinum. Men stuðulin til Katrine hevur verið stórur og genturnar lótu seg ikki ávirka av hesum til dystin ímóti Kyndli sunnudagin, har tær vunnu teir fyrst 38 minuttirnar 19-12. Seinastu 22 minuttirnar blivu ein spurningur um orku, sigur VB-venjarin.
-Og tað er nettupp samanhald, stríðsandin hvør fyri øðrum og hart arbeiðið, sum hevur eyðkent VB-leikararnar hetta kappingarárið. Rasmus staðfestir: ”Pigerne arbejder altså bare pissegodt” og eg ivist ikki eina løtu í, at VB-leikararnir eru teir hondbóltsspælarar í Føroyum, sum geva mest fyri hondbóltin. -Sunnudag eftir sunnudag verður familjan løgd til síðis og allur dagurin brúktur norðanfjørðs! Samstundis staðfesta vit eina stóra framgongd hjá øllum leikarum, og eru fyrstu 38 minuttirnar ímóti Kyndli eitt greitt dømi um tað! Serliga Caroline Ladefoged var vandamikil ímóti Kyndli, leggur Rasmus afturat.
VÍF favorittur í tveimum spennandi hálvfinalum
Tað er ongin ivi um at VÍF er greiður favorittur til at vinna sess í steypafinaluni. Okur er komin í hálvfinaluna við einum wildcard, og VÍF hevur knúst alla mótstøðu í teirra bólki, so okur skylda okkum sjálvum, bygdin, ja allari Suðuroynni, at brúka teir báðir næstu dystirnar til at vísa, at plássið í hálvfinaluni var uppiborið, sigur Rasmus.
VÍF-liðið er fylt við profilum í bæði leikarahópinum sum á venjarabonkinum, so tað er ein trupul uppgáva, sum okur standa yvirfyri, men okur hava tilgóðar at vinna ímóti VÍF, og í løtum hava okur víst stóra framgongd. -Og eg eri vísur í, at samanhaldið hjá gentunum kemur at merkjast í allari høllini, tá okur ónskvøldið á heimavøllið taka ímóti VÍF í fyrru hálvfinaluni, sigur VB-venjarin.
Gurið kandidatur til ársins leikara
Gurið Augustinussen er utan iva ein av mest rutineraðu leikarunum í Hvonn-deildini og í ár hevur hon lyft sítt spæl á eitt enn hægri støðið enn undanfarin ár. Tað er ongin ivi um, at Gurið er kandidatur til at gerast ársins leikari í føroyskum kvinnuhondbólti, sigur VB-venjarin.
Og Gurið sigur sjálv um hálvfinalurnar í steypakappingini: ”-Nú er tað alt ella onki. Okur eru komnar í semifinaluna, tvs. 2 kampar frá steypafinaluni. Tað er alt ov langt síðan at okur, VB hava verið í steypafinaluni, so eg haldi at nú skal tað verða. Eg haldi at okur leikarir hava uppiborið tað og bygdin eisini. So okur fara at gera alt fyri at vinna og eg ivist ikki í at øll bygdin, ja kanska øll Suðuroyggin bakkar okkum upp og koma at stuðla okkum til teir næstu kamparnir.”
Fyrra hálvfinalan millum VB og VÍF verður í Vágs Høll ónskvøldið kl. 20.00.
Høvðusmynd: Bjartur Vest
Facebook viðmerkingar