Mánadagin 12. februar kl.19.00 verður alment føðingardagshald í missiónshúsinum Hvalba, tí sjómanskvinnuringurin verður 65 ár.
Á skránni verður m.a. felagssangur, manskórið syngur, sjómanstrúboðarin talar og greiðir frá, nátturði, sjómaður sigur frá og drekka við søtum afturvið.
Øll eru vælkomin í føðingardag.
Stutt søguligt yvirlit
Tað var 7. februar í 1953 at sjómanskvinnuringin var stovnaður. Petur Johannesen (Piddi á sjómansheiminum) vitjaði í Hvalba og var spentur uppá at fingi byrjað ein sjómanskvinnuring. Eivind Vilmelm var tá prestur i Hvalba og teir bjóðaðu nøkrum kvinnum til stovnandi fund í prestagarðinum. Seks møttu og ringurin var stovnaður. Skjótt komu fleiri kvinnur uppí ringin. Kristina Midjord var vald til forkvinnu og Jastrid Sørensen var skrivari.
Tær samlaðust einaferð um mánaðin í ymiskum heimum.
Kristina var forkvinna til 1985, tá Meina Holm gjørdist forkvinna og Ingrid Hentze skrivari.
Í 2002 var Hjørdis Ludvig vald til forkvinnu og er tað enn.
Arbeiðið í dag
Síðstu árini hevur sjómanskvinnuringurin samlast fjúrtans hvønn dag í kjallaranum í missiónshúsinum frá sept/okt til mai. Á skránni er sangur, andakt, bøn, hugni við hondarbeiði meðan okkurt gott verður upplisið ella onkur sigur frá og so er drekka eisini.
Kvinnurnar í ringinum eru vit til at stuðla Sjómansmissiónini fíggjarliga og við forbøn. Harafturat gera tær eisini jólapakkar til sjófólkið.
Hvørt ár síðst í septembur samlast allir ringarnir í oynni. Tað kvøldið skiftir millum bygdirnar og síðsta heyst samlaðust ringarnir í Hvalba.
Hjørdis sigur, at allar kvinnur eru vælkomnar í sjómanskvinnuringin – eisini tær sum ikki hava sjómann.
(Myndirnar eru frá sept. 2017 tá ringarnir samlaðust í Hvalba.
Myndin av ringinum er frá 1995)
Facebook viðmerkingar